Artwork

A tartalmat a Kringvarp Føroya biztosítja. Az összes podcast-tartalmat, beleértve az epizódokat, grafikákat és podcast-leírásokat, közvetlenül a Kringvarp Føroya vagy a podcast platform partnere tölti fel és biztosítja. Ha úgy gondolja, hogy valaki az Ön engedélye nélkül használja fel a szerzői joggal védett művét, kövesse az itt leírt folyamatot https://hu.player.fm/legal.
Player FM - Podcast alkalmazás
Lépjen offline állapotba az Player FM alkalmazással!

Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (2:2)

46:57
 
Megosztás
 
Manage episode 458109628 series 1075262
A tartalmat a Kringvarp Føroya biztosítja. Az összes podcast-tartalmat, beleértve az epizódokat, grafikákat és podcast-leírásokat, közvetlenül a Kringvarp Føroya vagy a podcast platform partnere tölti fel és biztosítja. Ha úgy gondolja, hogy valaki az Ön engedélye nélkül használja fel a szerzői joggal védett művét, kövesse az itt leírt folyamatot https://hu.player.fm/legal.
Tað gongur á 55.-instjúgunda ári síðani 74 ára gamli gjáarmaðurin Jákup Matras, sum býr í Havn, fór at arbeiða hjá SEV, og hann arbeiðir har framvegis. Í hesum seinna partinum hitta vit Jákup fyrst á Eiðisverkinum, sum hann var við at byggja miðskeiðis í áttatiárunum. Alt vatnið úr áunum heilt frá Selatrað og norður á Gjáarskarð kemur í Eiðisvatn, og rennur síðani oman á Eiðisverkið, har vatnturbinurnar gera streym út á netið hjá SEV. Har og aðra staðni hjá SEV arbeiðir Jákup við stýringum. Fyrr var hann linjumaður um veturin og arbeiddi við stýringum um summarið, Men hesi síðstu mongu árini hevur hann mest arbeitt við at montera stýringar til motorar, koblingar og annað. Jákup Matras hevur arbeitt nógv í útoyggjum. Og longu sum lærlingur varð hann í 1968 sendur til Fugloyar at leggja elektrisitetið inn til húsarhaldini í oynni. Hann fekk eisini konu burtur úr hesum túrinum, og hann og Masa av Kirkju hava verið gift í mong ár. Á túrinum í Fugloy greiðir Jákup frá nógvum serligum minnium hesi mongu árini hjá SEV. Jákup fór til skips sum 14 ára gamal, men einaferð teir komu aftur segði mamman honum, at hann hevði figið lærupláss í Havn sum elektrikari. Og hann tók av. "Mamma man hava havt varðhugan av at eg hevði hug og hevni til hetta, tí hon rakti væl", sigur Jákup Matras. Og hugurin til elarbeiðið er framvegis líka góður. Vit koyra eisini ein túr til Hattarvíkar, har Jákup kendi øll fólkini í bygdini og minnist hvørja einastu innlegging. -Mær hevur altíð dámt væl hjá SEV. Eitt skifti, tá nógvir elektrikarar fóru til Norra at arbeiða, umhugsaði eg tað eisini. Men ábyrgdarkenslan fyri SEV gjørdi, at eg bleiv verandi her og tað eri eg glaður fyri. Og teir flestu eru komnir heimaftur úr Norra, sigu Jákup Matras.
  continue reading

51 epizódok

Artwork
iconMegosztás
 
Todos los episodios

×
 
Loading …

Üdvözlünk a Player FM-nél!

A Player FM lejátszó az internetet böngészi a kiváló minőségű podcastok után, hogy ön élvezhesse azokat. Ez a legjobb podcast-alkalmazás, Androidon, iPhone-on és a weben is működik. Jelentkezzen be az feliratkozások szinkronizálásához az eszközök között.

Gyors referencia kézikönyv

Hallgassa ezt a műsort, miközben felfedezi
Lejátszás